Lurta

Kennifílur

Vit brúka kennifílur til at greina ferðsluna á heimasíðu okkara, soleiðis at vit framhaldandi kunnu gera heimasíðuna betri.

 

Hvat er ein kennifíla?

Ein kennifíla er ein tekstfíla, ið verður løgd á tína teldu, tín teldil ella tína snildfon, tá tú vitjar heimasíðu okkara. Í tekstfíluni goymir heimasíðan upplýsingar, sum heimasíðan lesur, tá tú vitjar heimasíðuna aftur. Hetta eru púra vandaleysar upplýsingar, sum aloftast verða brúktar til greining, til hagtalsframleiðslu, til at minnast tíni val og til at gera nýtsluna smidligari.

Ein kennifíla er ein tekstfíla, ikki eitt forrit. Tað vil siga, at kennifílan fær ikki sjálv gjørt nakað við tína teldu. Kennifílan kann hvørki spjaða telduvirus ella á annan hátt gera skaða. Innihaldið í kennifílum verður skrivað og lisið av teimum heimasíðum, tú brúkar og vitjar. Les meira her um tær kennifílur, vit brúka á heimasíðum okkara:

Kennifílur (Tórshavnar kommuna)

 

Hvussu striki eg kennifílur?

Tú kanst altíð nokta kennifílur ella strika tær aftur á tínari teldu við at broyta stillingarnar í tínum kaga. Hvar tú finnur stillingarnar, veldst um, hvønn kaga tú brúkar. Gev tó gætur, at noktar tú nýtsluna av kennifílum, so eru funkur og tænastur, tú ikki fært brúkt, tí tær eru treytaðar av, at heimasíðan minnist tíni val.

Allir kagar geva tær møguleika fyri at strika kennifílur. Tú kanst annaðhvørt strika allar fílurnar í senn ella noyðast við at strika eina í senn. Hvussu tú strikar fílurnar, veldst um, hvønn kaga tú brúkar - til dømis Chrome, Firefox, Safari ella Edge. Brúkar tú fleiri kagar, noyðist tú at strika kennifílurnar í teimum øllum.

Hevur tú noktað kennifílur og angrar títt val, kanst tú trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðu okkara, so fært tú møguleika fyri at velja, hvørjar kennifílur tú góðtekur. Tú kanst eisini lata stillingarnar í tínum kaga upp og strika kennifílurnar har. Tá verður tú aftur spurd, um tú vilt loyva kennifílum, tá tú vitjar heimasíðuna.