Lurta

Treytir fyri nýtslu av myndum, teksti og øðrum tilfari

Tá ið tú brúkar myndir, tekst og annað tilfar til at lýsa fyri tiltaki í Tímanum, er hetta treytað av, at tú sjálv eigur øll rættindi til alt tilfarið. Við at samtykkja, loyvir tú Tórshavnar kommunu og samstarvsfelagar okkara frítt at brúka myndirnar annaðhvørt talan er um nýtslu á alnótini, á prenti ella til marknaðarførslu av okkara samstarvsfelagum.

Harumframt loyvir tú ritsjórnini á Tímanum at skalera og skera myndirnar, um tað verður mett neyðugt.

Tú mást ikki senda myndir, tekst og annað tilfar inn, sum tú ikki eigur rættindini til.

Tá ið tú sendir tilfar inn til Tíman, váttar tú harumframt, at myndafólkið og at allir avmyndaðir persónar góðtaka, at tilfarið verður brúkt soleiðis, sum vit hava greitt frá omanfyri.

Tímin er ætlaður mentanartiltøkum í breiðastu merking. Alt frá ítróttakappingum, sjónleiki, tónleiki, framsýningum, eldrafimleiki og upplestri til borðspøl, upplestrar og gudstænastur verður at finna í Tímanum.

Nakrar avmarkingar eru kortini: Tiltøk, ið eru at líkna við handilslig átøk, fáa ikki innivist í Tímanum. Kalendarin er til dømis ikki ætlaður til útsølu og tilboð á matstovum, tilmelding til førleikagevandi skeið í telduforritum ella arbeiðsakførum og tílíkum søluátøkum. Ætlanin er hinvegin at geva pláss fyri vanligari fólkakunning, eitt nú á háskúlum og kvøldskúlum, og fyri ítrivum, ið styrkja trivnað og heilsu.