Lurta

Um tímin.fo

Tórshavnar kommuna hevur ment heimasíðuna tímin.fo í samstarvi við kunningarfyritøkuna Sansir. Endamálið við kalendaranum er at veita íbúgvum og vitjandi eitt fullfíggjað og brúkaravinarligt yvirlit yvir, hvat tú kanst fara til um dagarnar. Alt savnað á einum stað.

Tímin er systursíða til kommunalu heimasíðuna torshavn.fo. Kommunan hevur harumframt samstarvað við fleiri mentanarstovnar um at fáa í lag sjálvvirkandi sambond millum kalendaran og mentanarligu tiltøkini hjá aktørunum.

Les meira um heimasíðuna niðanfyri. Her finnur tú eisini kunning um kennifílur og um persónsdátupolitikk okkara.



Ábyrgd, tøkni og atgongd
Ritstjórn

Snarskivan í Tórshavnar kommunu hevur ábyrgdina av menningini og dagliga rakstrinum av Tímanum.

Tøkniliga loysnin

Sansir hevur forritað og sniðgivið tíman.fo, sum er systursíða til torshavn.fo. Skipanin er skrivað í forritanarmálinum C# og er ment í open source-skipanini Umbraco CMS, sum er bygd á Microsoft ASP.NET.

Kompatibilitetur

Heimasíðan er optimerað til at rigga til seinastu sleppingarnar av Google Chrome, Mozilla Firefox, Safari og Microsoft Edge.

Skíggjaloysni

Heimasíðan er responsiv. Tað vil siga, at sniðið lagar seg eftir skíggjanum á tínari tóleind uttan mun til, um tú brúkar snildfon, teldil, farteldu ella heimateldu.

Ábyrgd fyri innihaldi

Snarskivan í Tórshavnar kommunu hevur ábyrgdina av yvirskipaða innihaldinum á heimasíðuni, ið verður dagført og hildið viðlíka í samráð við aðrar deildir í Tórshavnar kommunu.

Einstøku tiltøkini í kalendaranum hevur fyriskiparin tó ábyrgdina av einsamallur. Ritstjórnin í Snarskivuni kannar og góðkennir alt innihald fyri at góðskutryggja kunningina, men kann hvørki ábyrgdast fyri innihaldinum í tiltakinum ella fyri broytingum og avlýsingum. Av tí sama hevur hvørt tiltak eitt kravt telefonnummar til fyriskiparan, soleiðis at tú sum brúkari fært ringt á rætta stað um innihaldið.

Tað er ókeypis at skráseta tiltøk í kalendaranum. Skulu vit góðtaka tiltakið, má tiltakið tó vera alment og hava almennan áhuga. Harafturat er ikki loyvt at lýsa við sølutilboðum, rúsdrekka ella agitera fyri politiskum ella átrúnaðarligum sjónarmiðum.

Persónsupplýsingarpolitikkur
Viðgerð av tínum upplýsingum

Tórshavnar kommuna tekur dátutrygd og verju av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. Ikki einans við at tryggja okkara kt-skipanir, men eisini við, at okkara starvsfólk í dagliga yrki sínum eru kunnað og tilvitað um, hvussu vit handfara persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu. Í Tórshavnar kommunu viðgera vit tær persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at loysa okkara uppgávur.

Tórshavnar kommuna er dátuábyrgdari. Tað er okkara ábyrgd, at tú trygt kanst lata okkum tínar persónsupplýsingar.

Á leinkinum niðast undir »Persónsupplýsingarpolitikkur hjá Tórshavnar kommunu« sært tú, hvussu tú samskiftir við okkum, um tú hevur spurningar viðvíkjandi persónsupplýsingum, dátutrygd ella fært illgruna um møgulig trygdarbrot.

Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum

Tímin er tiltakskalendari undir Tórshavnar kommunu. Tímin viðger bert persónsupplýsingar um teg, um tú stovnar teg sum brúkara. Hetta er neyðugt fyri at viðgera tíni tiltøk og tryggja sporføri í sambandi við tíni tiltøk. Tímin savnar bert upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at viðgera tíni tiltøk á nøktandi hátt.

Soleiðis savna vit tínar dátur

Tá tú stovnar tær ein brúkara á Tímanum, letur tú okkum tær persónsdátur, vit hava tørv á fyri at veita tær rætta og nøktandi tænastu.

Hesar upplýsingar koyra vit út á Tíman í sambandi við tíni tiltøk

Skipanin skal nýta upplýsingar hjá fyriskiparanum í sambandi við tíni tiltøk. Í summum førum er fyriskiparin ein fyritøka, stovnur, felag ella annað, og í summum førum ert tú sjálv fyriskipari. Hetta velur tú sjálv. Tó so, tað er eitt krav við øllum tiltøkum, at navn og telefonnummar hjá fyriskiparanum er sjónligt á Tímanum, tá vitjandi kunna seg um tíni tiltøk. Hetta er neyðugt fyri at vitjandi kunnu síggja, hvør stendur fyri tiltakinum, og so tey kunnu seta seg í samband við fyriskiparan, um eitthvørt ivamál stingur seg upp.

So leingi goyma vit tínar dátur

Tímin savnar bert neyðugar persónsupplýsingar og goymir hesar, til sakliga endamálið við viðgerðini og tínum tiltøkum er rokkið. Tað kann vera ymist, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar. Upplýsingar skulu í ávísum førum goymast fyri at kunna skjalfesta okkara fyrisitingarliga arbeiði og viðkomandi málsviðgerð.

Er talan um upplýsingar, sum skulu avhendast Tjóðskjalasavninum sambært avhendingaravtalu og sambært lóg um skjalasøvn, verða hesar goymdar í journalskipanini hjá Tórshavnar kommunu.

Brúkarar kunnu sjálvir rætta upplýsingar á persónliga vanganum hjá sær á Tímanum.

Tíni rættindi

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani og hvørjar upplýsingar vit savna inn og skráseta um teg. Metir tú, at onkrar upplýsingar, sum vit hava innsavnað og skrásett, eru skeivar, hevur tú rætt til at fáa hesar rættaðar.

Tú hevur eisini rætt til at fáa upplýsingar strikaðar. Hesin rættur er tó ikki treytaleysur, tá ið ávísar upplýsingar ikki mugu strikast sambært aðrari lóggávu, ella um avtala ella annað endamál gevur Tímanum rætt til at varðveita og viðgera hesar upplýsingar. Ynskir tú at nýta tíni rættindi í sambandi við persónsupplýsingar, skalt tú skriva til torshavn@torshavn.fo.

Tú kanst lesa meira um tíni rættindi á síðuni »Persónupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar kommunu«, sum tú finnur her.

Persónsupplýsingarpolitikkur (torshavn.fo)

Hagtøl

Vit savna inn hagtøl, so vit kunnu læra, hvussu brúkarar nýta heimasíðuna - til dømis hvussu brúkarar ferðast á heimasíðuni. Vit savna eisini inn hagtøl um, hvørji leitiorð verða tøppað inn í leititeigin.

Hagtølini savna vit inn fyri framhaldandi at kunna menna heimasíðuna soleiðis, at hon lagar seg eftir tørvinum og ynskjunum hjá okkara brúkarum.

Kennifílur

Les meira um okkara nýtslu av kennifílum her:

Kennifílur (cookies)

Persónsupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar kommunu

Tú kanst lesa meira um persónsupplýsingarpolitikkin hjá Tórshavnar kommunu og tíni rættindi her:

Persónsupplýsingarpolitikkur (torshavn.fo)